Oyggjaleikir: Súkklarar vunnið tvey heiðursmerki

Súsanna Skylv og Torkil Veyhe hava í dag tryggjað Føroyum tvey heiðursmerki í súkkling.

Súsanna Skylv og Torkil Veyhe hava í dag tryggjað Føroyum tvey heiðursmerki í súkkling.

Í dag varð einkultstartur á skránni, og Torkil Veyhe vann silvur í kappingini hjá monnum.

Súsanna Skylv var millum tær fremstu hjá kvinnum og vann bronsu.

Føroyar hava nú vunnið 3 gullmerki, 4 silvurmerki og 5 bronsumerki á Oyggjaleikunum á Bermuda.