Guernsey sum er millum størru oyggjaleikaoyggjarnar hevur givið avboð til fótbóltskappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum, ið skulu vera á oyggjaleikunum í Orknoyggjum komandi summar.
Hóast mansliðið hjá Guernsey er tað næstmest vinnandi liðið í oyggjaleikasøguni, so hevur Guernsey boðað frá, at tey geva avboð til fótbóltskappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum.
Sambært BBC Guernsey er tað óttin ikki at fáa innivist, ella hóskandi innivist, og ein long og dýr ferð hjá tveimum stórum hópum við 18 leikarum hvør, ið hevur fingið Guernsey at taka hesa avgerðina.
Oyggjaleikasamskiparin hjá Orknoyggjum, Kirsty Talbot sigur við The Orcadian, at hon er sera vónbrotin um boðini frá Guernsey, at tey ikki vera við til fótbóltskappingarnar. Men hon sigur samstundis, at kvinnuliðið hjá Grønlandi og mansliðið hjá Álandi sum hava verið á bíðilisti - og her kemur manglandi innivistin helst eisini inn í myndina - fáa møguleikan at yvirtaka plássini hjá liðunum hjá Guernsey.
Kirsty Talbot greiðir frá, at fótbóltshóparnir eru ein fjórðipartur av øllum ítróttarfólkunum, ið skulu taka lut á oyggjaleikunum í Orknoyggjum.
Ein hevur eisini hoyrt graml millum føroyingar, ið skulu á oyggjaleikirnar í Orknoyggjum komandi summar, at tað er sera avmarkað við innivist í mun til tað stóra talið av fólki sum verður á oyggjaleikunum. Orknoyggjar eru higartil minsta oyggjasamfelagið, ið verður vertur fyri oyggjaleikunum.