Í Gibraltar hava tey vitað í eitt longri áramál, at oyggjaleikirnir fóru at verða dagarnar 6. til 12. juli í 2019. Hetta hevur løgreglan eisini fyrireikað seg uppá í góðari tíð. Eisini í samband við vegasperringar til kappingarnar í súkkling, triathlon og í hálvum marathon.
Men tá so onnur stór tiltøk eru í gongd samstundis, sum matfestivalur og náttarfestivalur, og tá Gibraltar so eisini fær vitjan av tveimum stórum fótbóltsliðum, ið hava nógvar fjepparar við sær, so leggur tað veruliga trýst á løgregluna í Gibraltar, greiðir løgregluovastin, John Field frá tá vit hitta hann á høvuðsløgreglustøðini í Gibraltar ígjár.
- Høvdu vit bara havt oyggjaleikirnar var arbeiðsbyrðan akkurát passalig, men tá so ein óvæntað fær St. Joseph og FC Europa víðari í Europa League undankappingini, og tey møta stórum evropeiskum feløgum sum Glasgow Rangers og Legia Warszawa í kappingini, og hetta eru lið, ið koma við nógvum fjepparum, serliga Glasgow Rangers, so blívur tað ræðuliga nógv hjá lutfalsliga lítla løgregluliðnum at halda eyga við, sigur John Field, løgregluovasti.
- Tá 1.000 Rangers-fjepparar og hundrað tals Legia Warszawa fjepparar koma til Gibraltar, oyggjaleikir eru í gongd og tveir stórir festivalar eisini eru á skránni, tá má eg hava hvørt einasta starvsfólk til arbeiðis, og eingin sum starvast innan løgregluna hevur frí hesa vikuna, slær John Field fast.
Í Gibraltar royndu tey at yvirtala Rangers og Legia um at býta um dystirnar, so St. Joseph og FC Europa spældu á útivølli fyrst, so sleppast kundi undan, at oyggjaleikir og dystirnir hjá Rangers og Legia vóru í somu viku í Gibraltar, men tað sjónarmiðið fekk onga samkenslu hjá Rangers og Legia.
Glasgow Rangers hevur ein næstan útseldan Ibrox leikvøll til heimadystin móti St. Joseph týskvøldið 16. juli, og teir høvdu ongan áhuga í at býta um dyst.
John Field hevði bara verið løgreglumaður í trý ár seinast oyggjaleikirnir vóru í Gibraltar í 1995. Hann minnist, at tað vóru væl færri fólk til leikirnar tá, og tað var ein munandi minni arbeiðsbyrða hjá løgregluni í Gibraltar fyri 24 árum síðani.
Á leikunum í Gibraltar eru eisini eygleiðarar frá løgregluni á Guernsey. Guernsey er vertur fyri oyggjaleikunum í 2021, og tí hevur løgreglan á Guernsey sent eygleiðarar til Gibraltar at eygleiða arbeiðið hjá løgregluni í Gibraltar.
- Hetta hevur verið nógv tann strævnasta arbeiðsvikan nakrantíð hjá løgregluni í Gibraltar, staðfestir John Field.
Tað er sera trongt í Gibraltar, og tá vit vísa honum myndir úr Føroyum sigur hann: - Eg hevði av hjarta ynskt at havt so nógv øki at arbeitt í, og flennur hjartaliga.
Vit í Miðlahúsinum og FM1 kunnu bara staðfesta, at løgreglufólkini í Gibraltar hava verið fyrimyndarlig. Tað eru 230 løgreglufólk í Gibraltar.
##med2##