Oyggjaleikir eru annað enn golf

Formaðurin í Bogaskjótisambandi Føroya undrast á alt prátið um golfbreyt sum treyt fyri Oyggjaleikum í Føroyum í 2019, tí samstundis hevur bogaskjótingin mist møguleikan fyri at venja uttandura

– Oyggjaleikir Føroyum 2015 var eitt gott mál, men vit náddu tað ikki. Oyggjaleikir í Føroyum 2019 er eisini eitt gott mál, men tað sær enn út til, at vit ikki fara at náa tað, sigur formaðurin í Bogaskjótisambandi Føroya, Schandorff Vang, ið samstundis undrast á, at tað bara verður tosað um golf.
Í bersøgnari viðmerking á Facebook staðfestir hann, at bogaskjóting til flestu leikir síðani 1995 hevur verið tann ítróttargreinin, ið hevur verið tryggasta íkastið til heiðursmerki, men at nú eru umstøðurnar hjá bogaskjúttunum uppaftur verri enn hjá golfspælarunum, sum hóast alt hava verandi breyt á Glyvursnesi.
Schandorff Vang vísir á, at væl hevur borið til at skotið á Svangaskarði og Tórsvølli, men nú báðir hava fingið graslíki, er ikki pláss fyri bogaskjúttunum longur.
– Meðan vit skutu á Oyggjaleikunum á Isle of Wight – á bestu breyt, vit nakrantíð hava skotið á – fingu vit vitjan av býráðnum í Tórshavnar kommunu. Allir topparnir vóru har, og fyri opnum skermi bleiv boðað frá, at býráðið vildi geva okkum vøllin við studentaskúlan í Hoydølum at skjóta á. Ein fínur vøllur – um vit fingu loyvi at gera við hann, sum vit vildu, fyri at fáa hann at hóska til júst okkara brúk, skrivar formaðurin í Bogaskjótisambandinum.
– Tann dag í dag er einki hent. Vit sleppa ikki at brúka økið, tí tað er friðað og bóndin hevur brúksrætt, og kunnu vit ikki skjóta har, fyrr enn bóndin hevur sligið. Og tá er uttandura hálvan liðug fyri okkara viðkomandi.
Ein glotti hjá bogaskjótingini hevur tó verið, at loyvi hevur verið givið til, at skjótast kann á vøllinum á Mølini á Eiði, men har er ein trupulleiki, at tað ikki altíð viðrar líka væl, umframt at tað ikki er eitt stað, ið kann brúkast til einar møguligar Oyggjaleikir í Føroyum í 2019.
– Okkara prosjekt vil ikki kosta tað stóra – men vit hava avgjørt tørv á einum brúkbarum øki. Gevið okkum øki og vit skulu nokk syrgja fyri, at fáa tað skotklárt. Vit eru í tíðarneyð, tí Oyggjaleikir eru eisini í 2015, og tá er bogaskjóting eisini á skránni, skrivar Schandorff Vang.