Oyggjaleikir 2011 verða á Wight

Í kapprenning við Bermuda eydnaðist tað í vikuni Isle of Wight at vinna vertsskapin til Oyl í 2011
Hetta varð avgjørt, nú altjóða oyggjaleikanevndin hevði aðalfund í vikuni. Roknað varð annars við, at Bermuda hevði góðan møguleika at fáa vertsskapin, men sum skilst, so ætla tey nú at dyrgja eftir vertsskapinum í 2013.Tað er annars árið, har Føroyar eisini hava tosað um at søkja um vertsskap, men sum skilst, so eru føroyingar nú sinnaðir at bíða í tvey ár við hesum. Serstakliga tí tað mangan hevur verið eitt slag av rotatiónspolitikki í vertsskapinum, og at kabalin tí gongur upp við norðurlendskum vertsskapi aftur í 2015. Tað er longu avgjørt, at Oyggjaleikirnir í 2009 verða á Álandi.