Oyggjaleikamet til svimjikvinnurnar

Føroysku kvinnurnar vunnu enn eina stafett, tá tær tóku lut í finaluna í kappingini 4x100 metra frísvimjing fyri løtu síðani.

 

Tær føroysku kvinnurnar í finaluni vóru Elspa Mørkøre, Jutta Thomsen, Mona Simonsen og Sheila millum Garðarnar, og tær lótu ongan iva veru um, hvat lið var tað sterkasta.

 

Tær komu á mál í tíðini 3.59.94 og vóru sostatt næstan sjey sekund framman fyri Bermuda á øðrum plássi. Við tíðini settu føroysku kvinnunar eisini nýtt oyggjleikamet.