Nú bíða vit bara eftir, at ítróttarfólkini koma, og vit eru sera fegin um, at tey verða fleiri, enn vit høvdu væntað, tí tað er jú dýrt at koma higar.
Tað sigur Paul Scope, sum umboðar vertsoynna Bermuda í altjóða oyggjaleikanevndini, og ikki minst er hann fegin um, at Føroyar koma ta longu leið við so stórari manning.
Okkum dámar væl hugsunarhátturin hjá Føroyum, at taka eitt seks ára tíðarskeið undir einum, tí fyri tað um Bermuda er dýrt at koma til, so kostaði tað munandi minni at fara til Isle of Wight síðst og so at fara til Jersey aftur í 2015, sigur hann.
Føroyski hópurin til Oyggjaleikirnar á Bermuda fer av landinum í morginári. Sjálvir leikirnir verða settir leygarkvøldið, og fyrstu kappingarnar fara í gongd sunnudagin.
Hoyr niðanfyri samrøðuna við Poul Scope:










