Løgmaður, landsstýriskvinna, fjølmiðlafólk og ítróttarfólk strandaðu á motorvegnum, tá ið bussurin, sum skuldi flyta tey til Isle of Wight, steðgaði upp.
Tveir bussar tóku ímóti føroysku ítróttarfólkunum, sum tíðliga leygarmorgunin flugu til Southampton í Onglandi. Haðani skuldu bussar koyra tey til Portsmouth, og síðani skuldi siglast við ferju út á Isle of Wight.
Annar av bussunum skapti tó trupulleikar. Á motorvegnum úr Southampton til Portsmouth steðgaði bussurin upp. Bussførarin visti ikki, hvat var galið, men hann sendi boð eftir fólki, sum kundu koma at hjálpa.
Við bussinum vóru løgmaður Kaj Leo Johannesen, landsstýriskvinnan Helena Dam á Neystabø, fjølmiðlafólk og ítróttarfólk. Tað tók ein tíma at bíða eftir nýggjum bussi, og síðani kundi leiðin setast ímóti Isle of Wight. Seinkingar vóru eisini, tá bussurin skuldi við ferjuni, og tí gjørdist ferðin einar tveir tímar longri, enn ætlað.
Føroyingarnir gjørdu einki hóvasták burturúr, men fólk vóru troytt, tá ið tey komu fram til bústaðirnar á Isle of Wight.









