Oyggjaleikabuffét umborð á Smyrli

Í sambandi við móttøkuna av gullvinnarunum frá Oyggjaleikunum, verður borðreitt við stórari buffét umborð á Smyrli Á veg suður á Krambatanga sunnukvøldið skipar Standferðslan fyri stórari buffét umborð á Smyrli.

- Vit vilja fegin markera Suðuroynna og tað sera flotta avrikið, sum føroysku ítróttarfólkini megnaðu á Oyggjaleikunum, sigur Heini á Borg, deildarleiðari hjá Strandferðsluni.

Svimjifeløg úr Suðuroynni høvdu stóran leiklut í tí góða úrslitinum, sum føroyingarnir megnaðu á leikunum á Rhodos.

Tá Smyril leggur at bryggju á Krambatanga í annaðkvøld, verður almenn móttøka í høllini í Trongisvági.