Fleiri vilja vera við, at føroyskir fótbóltsspælarar fáa ov lítla dystarvenjing í føroysku landskappingini, sum meir ella minni eru yrkisspælarar.
Onkur heldur, at føroyska landskappingin er ov stutt; onkur annar heldur, at vit áttu at havt eina eykakapping millum nøkur av teimum bestu liðunum.
Her er so eitt annað forkunnugt hugskot: Lat okkum skipa eina oyggjakapping í fóltbólti afturat núverandi landskapping! Oyggjaliðini kunnu so eita: Norðoyar, Eyguroy, Streymoy, Vágar, Sandoy, Suðuroy (t.v.s. 6 lið).
Teir bestu leikararnir í hvørjari oyggj verða so úttiknir til sítt oyggjalið. Hetta er samstundis at styrkja tilknýti til heimstað spælaranna, tí bygdaspælarar, sum t.d. spæla í Havn, fara at spæla fyri sína heimaoyggj. Møguliga skuldi ein spælari, sum er føddur og uppvaksin í Havn, men hvørs foreldur t.d. bæði eru úr Sandoynni, spælt við Sandoy! F.S.F. kundi gjørt eina reglugerð.
Kanska kundu útlendsku spælararnir í Føroyum eisini mannað eitt lið, um teir eru í Føroyum, tá dystirnir verða spældir.
Nær og hvussu long kappingin skal vera, kann Fótbóltssambandið taka støðu til.
Við vón um eina sera spennandi mennandi oyggjakapping í fótbólti.