Leygardagin 28. mai 2016 skipar Tórshavnar kommuna fyri einum spennandi tiltaki út í smáu oyggjarnar í kommununi.
Umframt at vitja 3 oyggjar ein og sama dag har gongutúrar eru í Hesti, ber eisini til at fara beinleiðis túr til Nólsoyar og Koltur.
Túrur 1, 2 og 3
Velur tú túr 1, 2 ella 3, verður farið av Gomlurætt ávikavist kl. 08.00, 10.00 og 12.00. Og síðani heldur tú teg neyvt til skránna fyri túrin.
Túrur 4
Velur tú túr 4, verður farið úr Tórshavn við Ternuni kl. 12.30, og farið verður úr Nólsoy aftur kl. 19.25 við Ternuni.
Túrur 5
Velur tú túr 5, er fráferðin av Gomlurætt kl. 11.00 og úr Koltri kl. 15.00. -
Bygdarfólkið skipar fyri hesum tiltøkum:
Hestur: 3 ymiskir gongutúrar umframt okkurt gott til matna.
Koltur: Søgulig frágreiðing um gomlu býlingarnar (Túrur 1, 2 og 3) og túrur 5: gongutúrur niðan á Oyggj.
Nólsoy: Gongutúrur suður í Dalar umframt bygdahugni við livandi tónleiki, uttandura grill og nólsoyarmentanini.
Tórshavnar kommuna skipar fyri degnum saman við staðbundnu nevndunum í kommununi.