Tað er ikki bara í Føroyum, at Paul Watson og hansara menn gera um seg. Eitt av skipunum hjá felagsskapinum, Sam Simon, er nú komið til Tromsø, og har eru tey alt annað enn fegin um vitjanina.
- Eitt er, at felagsskapurin fyrr hevur víst seg sum beinleiðis vandamiklan við atsóknum móti skipum. Annað er, at tey royna at oyðileggja okkara mentan, sigur Eskild Johansen, sum er framsøgumaður fyri arbeiðaraflokkin á Karlsøy.
- Við at nýta ógvusligar myndir og annars lúgva um mentanina hjá okkum, sum uppvaksin við sjóvarmálan, lokka tey ungfólk í sín part, sigur hann, og leggur afturat, at norska fólkið ikki má loyva eini endurtøku av tí, sum hendi við kópaveiðuni.
- Tað passar ikki, tá tey siga, at vit skjóta ov nógvan stórhval. Vit skjóta minni enn tað, ið verður mett sum markið fyri burðardygd, og fær stovnurin púrasta frið at nørast, etur hann tosk í stórum tonsatali, so vit mugu ikki bakka fyri hesum fýrunum. Teir hava áður oyðilagt kópaveiðuna hjá okkum, og tað sama má ikki sleppa at endurtaka seg í hesum førinum, sigur Eskild Johansen við NRK.