Arbeiðssteðgur
Havnarstjórin í Havn gongur einsamallur saman við einum verkfrøðingi á Havnarskrivstovuni, nú havnarfútarnir og skrivstovufólkini eru í arbeiðssteðgi saman við hinum limunum hjá Starvsmannafelagnum, sum høvdu sáttmála við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri, sigur, at tað hava ikki verið tær stóru avleiðingarnar av arbeiðssteðginum enn, annað enn at telefonin verður ikki tikin so væl sum vanligt, og helst ikki eftir vanliga skrivstovutíð. Hann er einsamallur á vaktini og kann ikki gera annað arbeiði enn tað, hann vanliga plagar at gera.
Skip, sum vilja hava samband við Tórshavnar Havn, fara at hava truplari við tí, meðan stegðurin er. Og tað kann so enda við, at tey kanska fara framvið og fáa sær tænastur aðrastaðni, sigur havnarstjórin í Havn.
?Tað kann so gera, at vit missa inntøkur, tí vit ikki fáa latið tær tænastur, skipini vilja hava, sigur hann.
Tær tænastur, hann tosar um, eru slíkar sum at fáa vatn, olju og annars fáa bryggjupláss í havnini.
?Nú er tað so, sigur Jónsvein Lamhauge, at havnirnar hava móttøkuskyldu, og tí ber ikki til at koyra skip útaftur, sum hevur hug at koma til Havnar. Men skipini mugu so sjálv finna sær bryggjupláss, um tey koma, meðan eingin er á vakt. Og er tað eitt stórt skip, har tú ikki bara loypur av lúnningini inn á bryggjuna, kann koma at standa á at fáa endan fastan. Eisini kann tað fara at knípa at fáa loðs, um biðið verður um tað.
Tórshavnar Havn umfatar eisini Kollafjarðar Havn, har havnarfútin eisini er í arbeiðssteðgi.
Annars gongur alt eftir øllum at døma sína vanligu gongd hendan tunga mánamorgunin. Strandfaraskipini sigla, og farmaskipini lossa
Tað regnar uttanfyri, og videoskíggin, sum vísir á høvuðsinngongdina niðri við bryggjuna, er kámur av dropum, síggja vit, tá vit koma inn í vaktstovuna á ovastu hædd í bygninginum, har Skipafelagið og Tórshavnar Havn húsast.
Ein annar skíggi stendur tendraður á borðinum. Ein telduskíggi, har eitt kort yvir Nósloyarfjørð og landið rundan um er á. Har er radarmyndin frá radaranum hjá havnarskrivstovuni eisini flutt yvir á, so til ber at síggja myndina inni á sjálvum kortinum. Sera praktiskt sanna vit, meðan vit á skíggjanum eygleiða Smyril, sum fer suður gjøgnum fjørðin og møtir Rituni nakað innanvert Glyvursnes. Ritan kemur norður eftir nærri landinum, og vit fylgja teimum, meðan tey flyta seg á skíggjanum.
Undir vindeyganum liggur Lómur og lossar. Hann er komin úr Danmark, og har gongur alt sína vanligu gongd.
Nei, enn merkir havnarstjórin einki til arbeiðssteðgin sum so. Men tað kann verða so skjótt, heldur hann og fer at taka telefonina, sum aftur er farin at ringja.










