Oyðileggið ikki okkara 10. flokk!

Viðvíkjandi samanlegging av øllum 10. flokkum í Havnini.

Vit eru tvær gentur úr Havn, ið hava gingið í 10. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla í tíðarskeiðinum 2008/2009.

Frá fyrsta skúladegi í 2008, til síðsta skúladag í 2009, hevur hetta verið eitt satt upplivilsi fyri okkum báðar, og kunnu vit við garanti siga, at tað eru fleiri, ið eru einig í okkum.

Vit hava lært nógv fólk at kenna, bæði nýggjar flokksfelagar og lærarar.

Eisini hava vit ment okkum ótrúliga nógv fakliga.

Samanhaldið bæði næminga og lærara millum var ótrúliga gott. Vit vóru deild í tveir flokkar, A og B – men vóru vit so gott sum altíð ein, og vit føldu okkum sum ein flokkur. Tað var fantastiskt.

Tað má sigast, at í Tórshavnar Kommunuskúla verður ógvuliga nógv gjørt burturúr til teir næmingar, ið vilja taka 10. flokk, áðrenn tey enda fólkaskúlan.

Tað hendi allatíð okkurt. Vit vóru á seturskúla á Sandi, vit vóru í Prag, vit vóru á Slættaratindi, við Gjógv og mangt slíkt. Umframt tað, høvdu vit sjálvandi eisini vanliga skúlagongd. Tað var annarleiðis á tann hátt, at tímarnir vóru spennandi. Vit høvdu diskutiónir uppi at koyra um ymisk spennandi evnir. Vit arbeiddu ógvuliga nógv við spennandi tilfari, og vóru til tíðir ógvuliga sjálvstøðug. Hetta menti okkum ótrúliga nógv, og lærdu vit nógv av hesum.

Ja, vit kunnu ikki siga annað enn, at hetta árið var fantastiskt.

Lærararnir hava virkuliga uppiborðið rós fyri arbeiðið, teir løgdu í fyri at fáa hetta árið so gott, áhugavert, stuttligt, læruríkt og ikki minst so mennandi fyri okkum, sum møguligt.

Takk fyri tað, tit!

Tað, ið vit so nú harmast um, er, at alt hettar skal fella burt í onki. Ja, møguleikar skulu takast her í lívinum, men at taka eina so stóra risiko, sum at koyra allar 10. flokkarnar í Havnini saman í ein og at lukka 10.flokkin í Tórshavnar Kommunuskúla, er heldur langt av vegnum, halda vit – og eru vit aftur her, yvirbevístar um, at hetta eru vit ikki einsamallar um at halda.

Næmingatalið í 10. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla í ár (2009) er voksið við umleið 30 næmingum.

Tað vísir, at hesin skúlin virkuliga er nakað serligt, og at fólk tíma at ganga har, og tað gera tey ikki minst, tí tey hoyra runt umkring, hvussu áhugavert og fjølbroytt hetta árið er.

Vit hava ikki hoyrt um nakran, ið hevur gingið í 10. flokki aðrastaðni í Havnini, ið hevur so nógv positivt at siga um 10. flokkin, ið tey gingu í.

Heldur ikki vilja vit siga, at alt er vánaligt og keðiligt í hinum skúlunum, men tó vilja vit leggja dent á, hvussu gott tað var í Kommunuskúlanum.

Vónandi umbestemma tey seg so og lata vera við at leggja 10. flokkin á Kommunuskúlanum niður, tí tað er ongin garanti, at tað verður betri nakra aðrastaðni.