Oyðilegði øll tólini á brúnni

Christian í Grótinum: Sjógvur breyt brúgvarútin

SKAÐASJÓGVUR
Vilmund Jacobsen

Beint eftir døgurða sunnudagin fekk nótaskipið, Christian í Grótinum, ein sjógv, sum breyt ein av brúgvarútunum. Teir vóru í øllum góðum aftur á Fuglafirði mánakvøldið við fullari last av svartkjafti, 2000 tonsum.
Jón Rasmussen, skipari, sigur, at umboð fyri tryggingina vóru umborð á skipinum týsmorgunin, og tá varð staðfest, at næstan øll tólini á brúnni eru farin - ella virka ikki sum er.
Hann væntar, at tað gongur ein vika, áðrenn skipið kann fara til fiskiskap aftur.

Ringt veður
Skiparin sigur, at veðrið hevur verið ringt og óstøðugt á leiðini vestanfyri Írland, har skipini royna eftir svartkjafti í altjóða sjógvi.
? Eg vil ikki siga, at veðrið var so ringt, tá ið hesin skvampurin tók seg upp og breyt rútin. Veðrið øtlaði, sum dagurin leið, og tá ið náttin kom, var illveður.
Jón Rasmussen er lítillátin, tá ið hann tosar um tað, sum hendi.
? Hann var eystan í ættini, og vit sigldu í ein landnyrðing við 5 míla ferð. Vit komu uppá eina stóra aldu, og tá ið skipið fór niður av aftur, tók ein skvampur seg upp í stýriborðssíðu millum kranar og annað á dekkinum og rakti brúgvarútin so meint, at hann brotnaði.
Jón sigur, at tveir mans vóru á brúnni, tá ið hetta hendi, men tíbetur fingu teir ongan skaða av glassplintunum, sum komu inn á brúnna.
? Sjálvur stoyturin merktist ikki nakað serligt, men alarmar fóru í gongd, og tí varnaðist manningin, at okkurt var áfatt.
Jón fegnast um, at eingin maður fekk skaða av hendingini.

Nógvur svartkjaftur
Nógvur svartkjaftur hevur verið at fingið á leiðini vestanfyri Írland seinastu tíðina.
? Hetta er góður fiskur, men hann er nakað rak, nú gýtingin stendur fyri.
Vit spurdu, um teir vistu nakað frá Nærabergi.
? Jú, vit hava frætt, at fiskiskapurin er góður, og at framleiðslan gongur væl. Men úrtøkan er minni, nú fiskurin ikki er so væl fyri, sigur Jón Rasmussen, skipari.
Hóast Næraberg er eitt risaskip eftir okkara mátistokki, kunnu teir ikki fiska í øllum veðri. Sum skilst, er skipið nakað vátt aftan, og sjógvur skolar fram á dekkið, tá ið illveður er.