Ein lastbilur, sum var á veg suður eftir ígjøgnum Kollafjarðartunnilin, oyðilegði leygardagin luftskipanina í tunlinum.
Lastbilurin hevði ein bát og ein krana í lastini, og bilførarin hevur ikki dugað at mett um hæddina á lastini. Tí koyrdi bilurin á luftskipanina í tunlinum og skipanin datt niður. Hetta hendi í sunnara endanum á tunlinum.
Orsøkin til óhappið er ósketni, upplýsir politiið í Havn.