Fyrrvrandi enski landsliðsáleyparin, Michael Owen, vil verða verandi í Manchester United, og vónar at leingja sáttmálan, hóast onnur feløg vilja hava hann. Michael Owen hevur ikki fingið nógva spælitíð hetta kappingarárið, og tað er ikki minst nógvum skaðum fyri at takka.
Hartil kemur, at hann bert er nummar fýra í áleypararøðini aftan fyri Rooney, Berbatov og Hernandez. Men Owen vónar kortini, at han kann leingja sáttmálan við Manchester United, tá hesin gongur út í summar.
- Tað er eingin loyna, at í fullkomnu verðini leingi eg sáttmálan. Eg vil fegin spæla her í longri tíð, men nú er bert at bíða og vita, hvat felagið heldur. Vit hava ikki tosa saman enn, sigur hann við heimasíðuna hjá Manchester United.
Owen hevur áður spælt við Liverpool, Real Madrid og Newcastle. Hann hevur skorað eitt mál í hesum kappingarárinum.










