Owen skal vitja Anfield

Michael skoraði í síni tíð sum Liverpool-spælari imponerandi 160 mál í 300 dystum, men áleyparin væntar so eingi stuðulsróp frá áskoðarunum, tá hann og Manchester United fara til Anfield komandi sunnudag. – Eg má vera realistiskur. Sjálvandi vil eg gjarna, at fólk í Liverpool minnast meg fyri tað, sum eg havi gjørt fyri felagið. Men eg vænti mær ikki nakra hjálp, nú eg spæli fyri arvafíggindarnar, sigur Owen við Mail on Sunday.