Owen er ikki skjótur longur

Michael Owen sigur við Daily Express í dag, at hann ikki hevur sama kvikleika sum áður.

– Eg var skjótari, tá eg var 18 ár. Hinvegin dugi eg betur at varðveita bóltin nú. Eg havi fleiri royndir og dugi betur at hugsa fótbólt, sigur Michael Owen við enska Daily Express. Owen hevur fingið eina frálíka byrjan í Manchester United. Hann hevur skotið fimm mál í venjingardystunum higartil.