Í útidystinum móti Birmingham, sum eisini er í niðuflytingarvanda, var Newcastle aftan fyri 1-0. Stutt eftir steðgin javnaði Michael Owen tó fyri Newcastle, og restina av dystinum áttu gestirnir. Fleiri mál komu tó ikki, men avrikið seinasta hálva tíman gevur vón fyri betri úrtøku, tá Newcastle um vikuskiftið spælir heimadyst móti Fulham.