Owen biður um umbering

Enska felagið Newcastle er í kreppu, og hóast liðið hevur skift venjara er lítil broyting at hóma

Um vikuskiftið tapti Newcastle 1-0, hóast liðið stóð seg væl og hevði nógvar málkjansir. Enski landsliðsspælarin Michael Owen misnýtti fleiri góð tilboð, og tað var hann keddur um eftir dystin. Í skiftingarrúminum segði hann við viðspælararnar, at hann skuldi havt skorað, og hann bað um umbering fyri, at hann ikki fekk nakað mál.