Ovurstórur áhugi fyri afrikansku samlingini hjá Heindriki Prinsi

Maskur og figurar hjá prinsinum eru til sølu í skrivandi stund - og nógv vilja eiga ein lut í hansara stóru og forkunnugu samling

Heindrikur Prinsur, sáli, hevði sum fleiri vita eina risastóra samling av alskyns afrikanskum træfigurum og maskum. 

Áðrenn hann doyði í fjør, skrivaði hann í sítt testamenti, at hansara samling skuldi seljast á uppboðssølu - tann parturin, sum familjan væl at merkja ikki yvirtók. Hetta er fyrstu ferð, at nakað verður selt út av danska kongahúsinum.

Og hendan uppboðssølan er í gongd í skrivandi stund hjá Bruun Rasmussen. Sølan byrjaði í gjár, og samlingin hjá prinsinum gongur sum heitt breyð. Har er lítið, sum er farið fyri undir 5.000 krónur, meðan okkurt er farið fyri 50.000 krónur. Tilsamans varð selt fyri 3,5 milliónir í gjár.

Í dag er annar partur av søluni av afrikanskum figurum og maskum í gongd. Nógv fólk eru møtt upp í aktiónshúsinum, men ein stórur partur fylgir við á stroymingini á internetinum. Ert tú forvitin ella vilt tú ogna tær okkurt hjá Heindriki prinsi, kanst tú fylgja við beinleiðis og bjóða HER.

##med2##

Tá hendan uppboðssølan við tí afrikanska er liðug, byrjar ein onnur uppboðssøla frá samlingini hjá Heindriki Prinsi. Tá verður tað við játulist.