Amerikanararnir keypa nógv meiri úr útlondum, enn teir selja av landinum, og tað ger, at í fjør hevði USA meiri enn 10 milliardir dollarar í halli á handilsjavnanum - um dagin.
Tey nýggjastu tølini vísa, at hallið á amerikanska handilsjavnanum í fjør var 3.996 milliardir dollarar. Danski búskaparfrøðingurin Kim Fæster sigur við Politiken, at tað stóra hallið er ein trupulleiki, men at ber ikki til at siga, nær bløðran brestur, sum hann tekur til. Sum er hava amerikanararnir ikki ilt við at fíggja hallið, tí asiatiskar og evropeiskar fyritøkur gera íløgur fyri nógvar milliardir dollarar í USA.
Sambært Kim Fæster hava amerikanskar fyritøkur lagt seg eftir at nøkta eftirspurningin á heimamarknaðinum heldur enn at hugsa um útflutningin. Men tað gongur ikki í longdini, og tí mugu amerikanararnir annaðhvørt tátta fíggjarpolitikkin ella spara meiri, sigur Kim Fæster.