Í samband við, at tað verður umhvørvisvika í Tórshavnar kommunu fyrst í mai mánað hevði Rás2 tvey prát seinnapartin, sum snúðu seg um ovurnýtsluna, sum er av plasti, ið dálkar illa. Haraftrat var eitt prát um "To good to go" konseptið, sum snýr seg um at byrgja fyri spilli av mati.
Hoyr Heidi von Bülow frá "Maistic - Komposterbart bioplast" og Henriettu Hammer, marknaðarsamskipara hjá P/F Poul Hansen greiða frá ávikavist hvussu vit koma burtur frá ovurnýtslu av plasti, og hvussu vit fáa minkað um matspill.
Petur Zachariassen og Eyðfinn Drewsen prátaðu við Heidi von Bülow og Henriettu Hammer í seinnapartssendingini á Rás2 í dag.
Fyrst í mai mánað verður umhvørvisvika í Tórshavn, har nógv verður um plast í nátúruni.