Tórshavnar Kommuna lýsti í bløðunum hóskvøldið við, at kommunan hevði hækkað játtanina til summararbeiði til skúlaungdómar, og at tískil var møguleiki hjá fleiri ungum at skriva seg upp til eitt slíkt arbeiði í Snarskivuni fríggjamorgunin.
Long bíðirøð
At áhugin var stórur fyri hesum, sást aftur, tá ið starvsfólkini hjá kommununi komu til arbeiðis fríggjamorgunin, tí tá stóð longu ein long bíðirøð uttan fyri Snarskivuna og vildi skrivast upp til eitt summararbeiði.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at býráðssamgongan valdi at hækka játtanina úr 200.000 krónum upp í 500.000 krónur, so at fleiri ungdómar kundu fáa møguleikan at vinna sær eitt sindur av peningi í summar. Áðrenn broytingin í játtanini var framd, høvdu 20 ungdómar fingið arbeiði í ein mánað, men býráðið hevur nú valt at hesi bert skulu arbeiða í tvær, soleiðis at tað verða fleiri, ið kunnu sleppa til arbeiðis, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin sigur seg harmast, at neyðugt er at minka um arbeiðstíðina hjá teimum 20 ungdómunum, men hinvegin fegnast hann um, at tað verða fleiri, ið fáa okkurt at fara upp til um morgunin í summarfrítíðini, og summi kunnu vinna sær eitt sindur av peningi.









