Við at brúka ein serligan útrokningarhátt eru granskarar á John Hopkins University komnir til ta niðurstøðu, at fyri trimum árum síðani vigaðu 66 prosent av amerikanska fólkinum ov nógv, og hjá nógvum var talan um beinleiðis ovurfiti. Serliga illa stóð til hjá teimum svørtu kvinnunum, sum vóru farnar um tey 40, tí av teimum vóru heili 80 prosent ov tungar.
Granskararnir á John Hopkins University siga, at ovurfiti er einki minni enn ein bumba undir amerikanska heilsuverkinum, tí fólk, sum líða av ovurfiti, eru í munandi størri vanda fyri at fáa hjartasjúkur, sukursjúku og ávís sløg av krabbameini.
-Ovurfiti verður ein hóttan ímóti búskapinum, verður einki gjørt, sigur granskarin May Bedoun, sum hevur verið við til at gera kanningina.










