Ovurfegnir havnarmenn

Bátsformaðurin á Jalli sigur, at tað gav eyka megi, tá ið teir sóu, at teir drógu frá Kolli

Tá ið Jallur fyri fyrstu ferð eftir FM róður kom á dráttin í Klaksvík, var manningin sera væl nøgd.
- Møðin er stór, men hon kennist ikki serliga tung. Tað lætnaði, tá ið vit sóu, at tak dragnaði millum okkum og Koll, sum vit høvdu kappast nógv við, sigur bátsformaðurn Helgi Øster Petersen, og hann heldur fram:
- Vit hava nýtt nógva tíð til venjing. Vit vandu nógv innandura, áðrenn vit fóru í bátin. Hvussu tað fer at hilnast í næstu róðrunum, dugi eg einki at siga um, men vit fara at gera okkara besta, sigur bátsformaðurin umborð á Jalli.