Ovurfegin Smith

Tað kann væl vera, at Fiorentina hevði uppiborið betri. Men vit einum ótrúliga stríðsvilja megnaði Glasgow Rangers at standa móti trýstinum. Og tað var einki at siga til, at venjarin hjá felagnum var væl nøgdur eftir sigurin.- Hetta var eitt fantastiskt úrslit, og eg eri ovurfegin vegna øll í og kring felagið. Vit vistu av, at vit komu undir trýst, men vit megnaðu at halda høvdinum kalt segði Sir Walther Smith um sínar spælarar, sum veruliga stríddu seg gjøgnum ódnarveður í Firenze, segði Walther Smith eftir minniliga sigurin í brotssparkskappingini.