Enn er tað óvist, um tað fer at verða loyvt at drepa grind á Skálafirði.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindaviðurskiftum.
Helgi Abrahamsen, sum hevði sæti á tingi fyri Sambandsflokkin fyri jól, spurdi landsstýrismannin, um ætlanin er at góðkenna Skálafjørð sum hvalvág.
Hann sigur, at hann hevur fingið at vita, at Skálafjørður fór at verða góðkendur sum hvalvág, tá ið grindalógin, og ymsar kunngerðir í tí sambandi, fóru at verða broytt.
Men tá ið lógin varð broytt seinasta summar, vóru feilir í henni, og tí varð, í fyrsta umfari, bíðað eftir at feilirnir vórðu rættaðir.
Men síðani vísti tað seg, at eisini, at trupulleikin við fráboðanarskylduni máttu fáast av vegnum, áðrenn kunngerðin kundi verða broytt.
Trupulleikin er, at tað stendur í lógini, at tann, sum sær eina grind, hevur skyldu at rópa grindaboð, annars fær viðkomandi 25.000 krónur í bót.
Ferðavinnan sigur, at hetta fær ferðafólk at aftra seg við at koma til Føroya, og tí hava tey mælt til at avtaka revsingina.
Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at treytirnar í sambandi við fráboðanarskyldina í grindalógini verða broyttar, og Helgi Abrahamsen heldur, at tað er eitt gylt høvi til eisini at broyta kunngerðina, sum millum annað ásetir, hvørjar hvalvágir eru góðkendar.
Høgni hoydal sigur, at í løtuni arbeiða tey við eini nýggjari kunngerð um grind.
Hann sigur, at fyrr hevur verið skotið upp at góðkenna hvalvág í Skálabotni, men hvalvágin varð ikki góðkend, tí spillvatn verður latið í fjørðin.
Og hann sigur, at enn er støða ikki tikin til um, hvørt Skálabotnur, ella Skálafjørður, verður góðkend, ella fyribilsgóðkend, sum hvalvág í nýggju grindakunngerðini.