Tað sigur Strandferðslan í fráboðan. Tey siga, at fyrispurningur er sendur til fakfeløgini, ið lýsir ivamálini hjá SSL, men tað er ikki greitt enn, um SSL fær undantøk.
– Tí ber ikki til í løtuni at siga, hvussu ið tænastan verður komandi dagarnar, siga tey hjá Strandferðsluni.
Kunning verður fyrst og fremst løgd út her á heimasíðuna hjá SSL.
Broytingar í ferðaætlanunum verða eisini sendar út umvegis sms og á gula breddan.