Óvist um Sev fær nakra sum helst kapping

Spurningurin um vit skulu hava kapping elveitingarøkinum, skal nú viðgerast av nýggjum

Skulu vit hava kapping á elveitingarøkinum, ella skal Sev vera einsmalt á marknaðinum.

Tað er ein spurningur, sum nú skal viðgerast av nýggjum.

Annars er tað ikki meiri enn nøkur fá ár síðani, at lógin varð broytt, so at onnur enn Sev, kundu fara undir at gera el í Føroyum.

Endamálið var at skapa kapping, tí tað skuldi føra til bíligari prísir og størri menning á økinum.

 

Les eisini: Vilja treyðugt selja ein part av SEV

 

Men higartil hevur verið so sum so við kappingini og herfyri upplýsti Johan Dahl, landsstýrismaður á økinum, at spurningurin um kapping á elveitingarøkinum, skal nú viðgerast av nýggjum.

Hann segði, at tað er ein rættiliga prinsipiellur spurningur, um vit eiga at hava kapping á elveitingarøkinum ella ikki.

Og tað er ein spurningar, landsstýrismaðurin vil hava Løgtingið at viðgera.

 

Les eisini: Sev byggir nýtt høvuðsæti fyri 60 milliónir

 

Tí fer hann at leggja málið fyri løgtingið til at hava aðalorðaskifti um, hvussu elveitingarøkið eigur at verða skipað í framtíðini.

Eftir tí, vit hava frætt, er ætlanin at hava aðalorðaskiftið einaferð í vár.

Í Sev hava tey ikki so nógvar viðmerkingar til málið, men stjórin, Hákun Djurhuus, staðfestir í stuttari viðmerking, at tað verður eitt orðaskiftið, tey eru ómetaliga spent upp á.