Óvist um hvussu nógv Samhaldsfasti hækkar

Stýrisformaðurin sigur, at ongin avgerð er tikin um nær ella hvussu nógv útgjaldið hækkar.

Nógv kjak hevur verið seinastu dagarnar um viðurskiftini hjá pensjónistum, aftaná at samgongan hevur lagt upp til, at fólkapensjónin skal lækka við 500 krónum um mánaðin.


Í staðin leggur samgongan upp til, at útgjaldið frá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, ið antin verður kallað AMEG-gjaldið ella Samhaldsfasti, verður hækkað við eini 800 krónum, í samband við at landsstýrið ynskir at hækka inngjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.


Tað er tó ikki vist, at útgjaldið hækkar við 800 krónum, tí sambært formanninum í stýrinum fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, Annfinn V. Hansen, so hevur stýrið enn ikki tikið støðu til hvat útgjaldið skal vera.


- Sum nú er, so vita vit, at meira verður goldið inn, men um tað verður 800 krónur ella nær meira verður goldið út, er ikki nakað, ið vit hava tikið støðu til. Tað taka vit heldur ikki støðu til fyrr enn vit vita hvussu nógv inngjaldið hækkar.


- Men tað er ikki landsstýrið, ið avgerð um man hækkar gjaldið frá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, tað er stýrið fyri grunnin, ið tekur tí avgerðina. Landsstýrið kann heldur ikki binda stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Um man hevur eitt stýri, má man gevur tí umstøður og tíð at avgera hetta sjálvi.


Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur sent fíggjarnevndini viðmerkingar, har víst verður á, at tað hevði verið best at bíða við so umfatandi broytingum av fólkapensjónini og AMEG-gjaldinum.


- Um man ynskir at fremja grundleggjandi broytingar við AMEG-útgjaldinum, harímillum at tað skal avloysa pensjónina, so má man taka sær stundir til eitt longri kjak um hvussu tað skal gerast.


- Sum nú er, so er AMEG-gjaldið eitt ískoyti til fólkapensjónina. Hetta leggur upp til, at tað kemur í staðin. Um man ynskir at broyta politikkin so grundleggjandi, so má tað gerast í eini størri heild. Tí hevði tað verið betri, um man bíðaði við slíkum broytingum til pensjónsnýskipanin varð klár.