Myndin frá NASA frá 2018 vísir eina listafólksmynd av rúmdarfarinum "Parker Solar Probe". Jólaaftan royndi rúmdarfarið at flúgva nærri Sólini enn nakrantíð áður. - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix

Óvist hvussu nær rumdarfarið sleppur sólini

Um fáar dagar væntast eitt signal frá eini rúmdarsondu, sum roynir at koma nærri Sólini enn nakrantíð áður.

Myndin frá NASA frá 2018 vísir eina listafólksmynd av rúmdarfarinum "Parker Solar Probe". Jólaaftan royndi rúmdarfarið at flúgva nærri Sólini enn nakrantíð áður. - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix

Í gjár royndi eitt rúmdarfar frá amerikanska rúmdarstovninum NASA at flúgva nærri sólini enn nakrantíð áður.

Rúmdarfarið "Parker Solar Probe" skuldi eftir ætlan flúgva ígjøgnum lofthavið hjá Sólini seinnapartin í gjár ium middagsleitið okkara tíð. Talan er um ein túr, sum er merktur av ógvuliga høgum hita og ógvusligari geisling.

Sambært BBC vænta granskarar ikki at fáa signal frá rúmdarsonduni fyrr enn leygardagin, og harvið svar uppá, um hon hevur klárað uppgávu sína.

Høvuðsvísindafólkið hjá Nasa, Nicola Fox, sigur við BBC, at Sólin hevur verið kannað í øldir, men at tú ikki upplivir lofthavið á einum stað, fyrr enn tú vitjar tað.

- So vit kunnu ikki ordiliga uppliva atmosferuna hjá stjørnu okkara, uttan so at vit flúgva ígjøgnum hana, sigur hon.

Sólin er miðstjørnan í sólskipanini og stjørnan, sum liggur nærmast jørðini.

Rumdarfarið varð sent út í 2018 á veg móti miðdeplinum í okkara sólskipan.

Tað hevur longu flogið framvið Sólini 21 ferðir, skrivar BBC. Tað nærkast framvegis, men royndin jólaaftan er met.

Tá hon er nærmast yvirflatuni á sólini, kemur hon fyri í eini fjarstøðu uppá 3,8 milliónir míl - svarandi til 6,2 milliónir kilometrar.

Hatta ljóðar kanska ikki sum serliga nær. Men Nicola Fox frá Nasa setur tað í perspektiv fyri BBC:

- Vit eru 93 milliónir míl (næstan 150 milliónir kilometrar, red.) frá Sólini. So um eg seti Sólina og Jørðina ein metur frá hvørjari aðrari, so er Parker Solar Probe fýra sentimetrar frá Sólini. So tað er tætt við.

Rúmdarfarið er vart við einum 11,5 sentimetrar tjúkkum kolfibursamsettum skjøldri. Men av tí at tað skal tola hita yvir 900 hitastig, er taktikkurin at flyta seg skjótt inn og skjótt út, skrivar BBC.

Faktiskt fer rúmdarfarið at flyta seg við eini ferð, sum svarar til at flúgva úr London til New York uppá undir 30 sekund.

Vísindafólk vóna, at ferðin gjøgnum ytra lofthavið hjá Sólini - kallað corona - kann geva svar uppá eina gátu.

- Yvirflatan á Sólini er umleið 6000 stig heit, men corona, hetta tunna ytra lofthavið, sum sæst undir sólarmyrkingum, kann gerast milliónir av stigum heitt. Men hon er longri burtur frá Sólini, greiðir Jenifer Millard, stjørnufrøðingur á Fifth Star Labs í Wales, frá fyri BBC og leggur afturat:

- Hví gerst atmosferan so so heit?

Tá toymið, sum hevur eftirlit við rúmdarfarinum, fær eitt signal, senda tey sms-boð við einum grønum hjarta til høvuðsvísindamannin hjá NASA, Nicola Fox.

- Vit sniðgóvu tað veruliga væl til at tola tær sera brutalu umstøðurnar. Tað er eitt flott, flott lítið rúmdarfar, sigur hon við fjølmiðlarnar.

Royndin jólaaftan er ein av trimum metroyndum. Tær næstu tvær eru á skránni ávikavist 22. mars 2025 og 19. juni 2025, skrivar tíðindastovan AFP.

 

/Ritzau/

 

Myndin frá NASA frá 2018 vísir eina listafólksmynd av rúmdarfarinum "Parker Solar Probe". Jólaaftan royndi rúmdarfarið at flúgva nærri Sólini enn nakrantíð áður. - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix