Á heimasíðuni hjá Føroya Pedagogfelag tekur Nikkil Heinesen, skrivari í Føroya Pedagogfelag til orðanna fyri, at námsfrøðingar spæla ein størri leiklut í undirvísingartoymunum í fólkaskúlanum. Henn metir, at serliga tá talan er um børn við serligum tørvi, kunnu námsfrøðingarnir vera ein hollur stuðul og viðleikari hjá lærarunum.
- Við tí fakligheidini og teimum amboðum, ið námsfrøðingurin hevur, kann hann í samstarvi við toymið hjá tí ávísa flokkinum betri lofta teimum næmingunum, sum hava tørv á hjálp. Soleiðis kann toymið saman stuðla næminginum í persónligu og bókligu menningini við at taka lut í øllum pørtum av undirvísingini, skrivar Nikkil Heinesen, sum heldur, at hetta ikki átti at verið ein fakfelagsligt stríðsmál, men heldur eitt tvørfakligt samstarv.
Hann vísir á, at næmingar við serligum tørvi, verða játtaðir tímar til stuðul fyri hvørt barn sær, fyri eitt ár í senn.
- At tímarnir til stuðul/námsfrøðiligar tímar bert verða játtaðir fyri eitt skúlaár í senn ger, at óvissa altíð valdar viðvíkjandi næsta skúlaári. Hetta er ikki ein gongd leið, skrivar Nikkil Heinesen.
- Tað eigur at bera til, at námsfrøðingur verður settur í fast starv, soleiðis at næmingarnir kunnu verða fylgdir øll skúlaárini, heldur enn nakrar tilvildarligar – og ofta ov fáar – tímar um vikuna, skrivar Nikkil Heinesen, og heitir tí á avvarðandi myndugleika um at broyta verandi skipan, børnunum at frama.