Ovin Klein Olsen við nýggjari stakfløgu

Føroyski útisetin og trubadururin, Ovin Klein Olsen, hevur júst givið út eina stakfløgu, ið hevur fingið heitið ”Kvinde som dig”.

Føroyski útisetin og trubadururin, Ovin Klein Olsen, hevur júst givið út eina stakfløgu, ið hevur fingið heitið ”Kvinde som dig”.

 

Ovin hevur sett orðini saman, og íslendska tónaskaldið, Bubbi Morthens, eigur lagið. Upptøkan er farin fram í RCH Record í lítlu bygdini Bække í Suðurjútlandi.

 

Hetta er fjúrtinda útgávan hjá honum. Fyrsta fløgan kom út í 2010, og hevði heitið ”Tilbage til livet”.

 

Í næstum leitar Ovin Klein Olsen sær til Føroya at syngja og spæla. Við sær hevur hann donsku sangarinnuna Pia Kamp Brincker.