Næstan blindi føroyingurin í Vejen, Ovin Klein Olsen, gevur nú út fløguna »Tilbage til livet«. Talan er um eitt slag av fólkatónleiki. Ovin Klein Olsen hevur sjálvur gjørt tekstir og løg, sum hava útgangsstøði í, at hann brádliga ein dagin í mei 2006 misti meginpartin av sjónini.
Ovin Klein Olsen hevur egnan guitarskúla í Vejen, so tónleikur fyllir nógv í gerandisdegnum hjá honum í dag. Men at syngja, tað er nýtt. Hann hevur í tveir vetrar fingið frálæru í sangi, og tað kemur honum til góðar nú. Og nú er hann so tilreiðar við fløguni ”Tilbage til livet.” Og at hann ger álvara av einari fløguútgávu nú, hevur sína orsøk. Á heimasíðu síni sigur hann millum annað:
»Eg gloymi ongantíð hin morgunin í mei 2006. Tá eg hendan morgunin kom upp, og tendraði sjónvarpið, var alt grátt. Eg sá onki. Og niðurtúrurin var fullkomin, tá læknarnir søgdu mær, at sjónin ongantíð fór at batna, heldur øvugt.«
Í dag hevur hann bert 8% eftir av sjónini.
Eftir at hava mist sjónina, var Ovin Klein Olsen sannførdur um, at lívið ikki longur var vert at liva. Men næstringar hansara fingu hann á aðra hugsan. Skjøtul var settur á nýggju lívsleið hansara. Hann byrjaði at skriva tekstir um lív sítt, serliga um hvussu hann arbeiddi seg upp úr svarta holinum, aftur til eitt virðiligt lív. Úrslitið eru teir 14 sangirnir á fløguni ”Tilbage til livet.”
Fløgan kemur út 20 februar.
Sama dag kemur út nýggja stakfløga hansara ”Føroyar er føðiland mítt.”
Fløgurnar fáast á heimasíðuni: www.ovi-k-olsen.dk
20. februar er móttøka í sambandi við útgávurnar.
Móttøkan verður í:
Studio 73
Baungårdsvej 2A
6600 Vejen
Móttøkan er frá kl. 15.00 til 17.30
Ovin Klein Olsen hevur longu nú havt fyrilestrar í samkomum av ymsum slag. Her greiðir hann frá leið síni aftur til lívið, og hann hevur eisini sungið ymsar av sangum sínum. Tað er hann til reiðar at halda fram við. Sum hann sigur: ”Bara eg fái EIN at hugsa meira um seg sjálvan, lív sítt og familjuna, so er tað alt vert.”