Føroyski útisetin, Ovin Klein Olsen, er sum frálíður í ferð við at gerast ein kendur sangari og tónleikari í Danmark.
Saman við Piu Kamp Brincker, ið er útbúgvin sjónleikari og sangarinna, er hann hvørja viku á ferð onkunstaðnis í det ganske danske land, har hann við gittara í hond undirheldur í bygdar- og øðrum mentanarhúsum. Í felag nevna tey seg Duetten.
Í juli mánað verður skipað fyri eini stórari dansktopfestival í H. C. Andersen skógini í Odense. Høvuðsnavnið verður navnframi dancebandbólkurin Kandis. Hann byrjar og endar festivalin, og harímillum fara Duetten og onnur at undirhalda.
Mett verður, at ímillum 5.000 og 10.000 áhoyrarar fara luttaka á festivalinum.