Nevndin í Esvagt mundi vita, hvat hon gjørdi, tá hon í 1997 gjørdi av at seta Ovin Carlsson í stjórasessin í reiðarínum, tí her var ein maður við drúgvum og harafturat fjølbroyttum royndum av sjónum. Og sigast má, at nevndin bleiv ikki svikin.
Ovin varð borin í heim á Tvøroyri í 1948. Sum so mangur føroyskur unglingi fór til skips aftan á loknan realskúla. Tað var við línuskipinum Ranafossi. Í 1965 fór hann við skúlaskipinum Danmark sum næmingur, og árini frá 1966 til 1984 sigldi hann við Mærsk sum aspirantur, stýrimaður og skipari. Navigatørútbúgvingina tók hann á Fanø.
Í hesum viðfangi kann verða nevnt, at beint áðrenn hann fór á sjómansskúlan á Fanø, var Ovin ein túr við skúlaskipinum Danmark sum kvartermeistari, og millum næmingarnar tann túrin við ein ungur nólsoyingur, sum æt Ove Joensen.
Frá 1984 til 1995 arbeiddi Ovin á Nautisk Afdeling hjá Mærsk og seinni í Britline og Norfolkline í Danmark, Onglandi og í Niðurlondum.
Frá 11 til 31 skip
Í 1997 gjørdu teir, sum áttu frálandareiðaríið Esvagt, av at seta Ovin Carlsson at stýra felagnum og at skipa fyri, hvussu felagið skuldi byggjast út. Tað var upprunaliga íleggjarar í Esbjerg, sum stovnaðu Esvagt í 1981, men tá Ovin kom í felagið, átti Switzer-samtøkan hjá A.P. Møller-Mærsk helmingin av felagnum. Í dag eigur Switzer tríggjar fjórðingar.
Tað kann ikki sigast annað, enn at tað hendi nógv í Esvagt tey 13 árini, Ovin Carlsson stóð á odda fyri felagnum. Tá hann tók við stjórastarvinum í 1997, átti Esvagt 11 skip, og tá hann í 2010 legði frá sær, taldi flotin 31 nútímans skip, og trý stóðu í gerð.
Í 2010 tók Ovin við sum HSSEQ-stjóri hjá Switzer-samtakinum og fekk harvið ábyrgdina av at menna trygdina hjá manningunum á næstan 500 skipum kring allan heimin. Hetta starv røkti hann, til hann 1. januar í fjør tók við sum stjóri á Maersk Training í Esbjerg.
Ovin Carlsson var tilnevndur sum sakkønur dómari í Sø- og Handelsretten í Keypmannahavn. Tað var danska reiðarafelagið, sum tilnevndi hann. Hann var eisini veiðimaður og nevndarformaður í Fanø Jagtforening.
Ovin og konan Lonnie búsettust á Fanø í 1969, og tey hava búð har síðani burtursæð frá tíðini í Ongland og Niðurlondum. Tey fingu tveir synir og eina dóttir. Abbabørnini eru fimm.
Ovin Carlsson fer til gravar úr Nordby kirkju á Fanø fríggjadagin klokkan tvey.










