Ovi søkti sínar egnu

B68 hevur vunnið 1-0 á KÍ. Tá slakir átta minuttir restaðu í dystinum á Toftum løgdu heimamenninir seg á odda. Eftir hornaspark úr vinstru var Ovi Nysted hægstur, og hann beindi bóltin í egið net.

 

Hetta málið gjørdist tað einasta í dystinum, sum B68 sostatt vann. Sum skilst av Toftum, so var tað heldur ikki av leið, at tað vóru heimamenninir, sum stóðu eftir sum vinnarar. Tí sum seinni hálvleikur leið, tók B68 alsamt meiri yvir.

 

Hjá klaksvíkingurin kemur tapið ógvuliga dátt við, tí tað merkir, at teir framvegis eru í vandasjógvi, tí um B71 vinnur á útivølli ímóti B36 í morgin, so fáa teir KÍ aftur í stigum.

Hinvegin er tað ein uggi, at Skála á aftasta plássið ikki fekk meiri enn javnleik í Fuglafirði í dag.