Ovi aftur í KÍ

Ovi Nysted og KÍ hava í dag skrivað undir avtalu, sum hevur við sær, at Ovi nú flytir aftur til Klaksvíkar at spæla fótbólt.

 

27 ára gamli Ovi Nysted hevur seinasta árið spælt fyri oddaliðið B36, og í fjør spældi hann eitt skifti fyri LÍF.

 

Nú hava KÍ og Ovi skrivað undir eina avtalu, sum er galdandi fram til endan av kappingini 2008, skrivar heimasíðan hjá KÍ.

 

Ovi Nysted verður tøkur at spæla fyri KÍ fyrsta dystin eftir summarsteðgin.