Ovfarin av Fabregas keypi

Jose Mourinho er ovfarin av, at tað eydnaðist at heinta Cesc Fabregas til felagið.

Jose Mourinho er ovfarin av, at tað eydnaðist at heinta Cesc Fabregas til felagið.

 

Chelsea keypti  í summar ein stóran profil aftur til Premier League, tá London felagið kundi vísa fram Cesc Fabregas á Stamford Bridge. Fyrrverandi Arenal stjørnan hevur lýst upp í kappingini higartil, og tað frøðir Jose Mourinho.

 

Chelsea venjarin er kortini ovfarin um tað fakta, at spaniarnir lótu Fabregas fara. Mourinho heldur framvegis, at hann hevði nóg at bjóða Barcelona, men hann fegnast um valið av Chelsea.

 

- Eg trúði, at Cesc Fabregas fór at verða verandi í Barcelona. Eg sá hann sum ein spælara, sum við árunum er vorðin betri og meira rutineraður, eins og ein spælari sum Xavi. Eg eri ikki ovfarin av, at hann ikki fór aftur til Arsenal, men eg eri ovfarin av, at Barcelona lat hann fara. Hann er 27 ár, og fysiskt er hann væl fyri. Mentalt er hann somuleiðis væl fyri og hann hevur taktiskt forstáilsi.  Við sínum uppleggum og sínum spæli vísir hann stóran kvalitet, sigur Jose Mourinho.

 

Chelsea førir í løtuni Premier League við fýra sigrum í fýra dystum. Í dag møta teir Manchester City á útivølli.