Ovfarin av áhuganum fyri ráðstevnu um Arktis

Meira enn túsund luttakarar úr fjøruti londum eru við á altjóða ráðstevnu um Arktis, sum verður hildin í Reykjavík.

Í gjár helt Kaj Leo Holm Johannesen røðu á ráðstevnuni Arctic Circle, og nógv oyru vóru at líða á.

Ráðstevnan varð sett at verða hildin í Harpuni – stóra mentanarhúsinum í Reykjavík – men undirtøkan fyri ráðstevnuni var so stór, at fyrireikararnir máttu leiga onnur høli í Reykjavík afturat Harpuni.


Fleiri enn túsund fólk úr 40 londum teknaðu til ráðstevnuna, og tað var á markinum fyri, hvat ráðstevnan megnaði at hýsa.


- Kanska skulu vit avmarka innbjóðingarnar til ráðstevnuna næsta ár, tí hendan undirtøkan hevur givið okkum stórar avbjóðingar at skipa ráðstevnuna á nøktandi hátt, sigur Kuupik Kleist, sum er nevndarlimur í felagsskapinum Arctic Cricle, við Sermitsiaq.


Tað eru sera mótstríðandi áhugamál í Arktis, og tað er ivaleyst við til at økja um áhugan fyri ráðstevnuni.


- Granskarar og handilsfólk hittast og tosa saman, og tað kann tykjast eitt sindur anarkistiskt, men í evsta enda snýr hendan ráðstevnan seg um at skapa fyrimunur fyri arktiska økið, sigur Kuupik Kleist.