Ove var ongantíð bangin

- Mær dámdi einki, tá ið Ove byrjaði at tosa um at rógva úr Føroyum til Danmarkar. Men eg segði einki, tí eg visti, at tað nyttaði einki. Hevði hann fyrst sett sær fyri at fremja hetta, gavst hann ikki, fyrr enn hann var komin á mál. Soleiðis var Ove, sigur 82 ára gamla mamma Ova, Olevina Joensen

Samrøða

"Livdi í ódn, doyði í logn".
Soleiðis skrivar Finnbogi Ísakson í bók síni "Aftur og fram" um Ova, tá ið hann doyði.
Mamma Ova, Olevina Joensen, heldur, at hesi orðini um sonin eru rættiliga beinrakin.
- Ove var eitt gott menniskja; hann var vitugur og nærlagdur og hevði stóran áhuga fyri øllum tí, sum fyrifórst á havinum. Tíðin, hann sigldi við fiskiskipi, skúlaskipi og farmaskipi, hevði lært hann nógv um veður, vind og streymviðurskifti. Hann hevði virðing fyri náttúrukreftunum og visti, at skil skuldi til, um komast skuldi um hav, men Ove hevði eina sterka sál og var ongantíð bangin á sjógv.

Stúrin mamma

Vina, sum mamman vanliga verður rópt, sigur, at dreymurin hjá Ova at rógva úr Føroyum til Danmarkar, birtist, tá ið hann við seglbáti einaferð sigldi úr Ameriku til Australiu.
- Tá setti hann sær fyri at rógva úr Føroyum til Danmarkar. Mær dámdi hetta einki, men eg visti, at tað nyttaði einki at siga nakað. Tí, setti Ove sær fyrst nakað fyri, helmaði hann ikki í, fyrr enn málið var rokkið.
Trý fylgjandi summur royndi hann at fremja hesa ætlan, árini 1984, 1985 og 1986. Tey bæði fyrru setti hann upp í Hetlandi, men triðju ferðina, hann royndi, eydnaðist honum at fremja dreymin, hann hevði sett sær.
- Líka so stúrin, sum eg var, tá ið Ove byrjaði at tosa um sína ætlan, líka so spent vóru vit øll, tá ið Ove nærkaðist danska meginlandinum.
Vina sigur, at á seinastu ferðini hjá Ova millum londini frætti hon ofta frá Birgiri Andreasen, sum hevði gott samskifti við Ova á allari ferðini.
- Men so vóru dagar, har vit einki frættu, og tá birtist
óttin aftur í brósti.
Hon sigur, at ringast var, tá ið Ove fór undir at gera seinastu royndina.
- Hann ætlaði at gevast, tá ið onnur royndin miseydnaðist.
Men eg haldi, at fólk høvdu hug at arga hann og minna hann á, at hann nú kortini ikki megnaði at gera dreymin til veruleika. Tá setti hann - sær sjálvum so líkt - sær fyri, at hann skuldi royna einaferð aftrat, sigur Vina.

Stór gleði?

Tað var ein gleðisdagur í heiminum á Bátatúgvuni í Nólsoy, tá ið Ove legði at í Thyborøn.
- Vit vóru ógvuliga glað hansara vegna. Nú ivaðust vit ikki
longur í, at Ove fór at megna at fremja verk sítt, og vit fóru øll at fyrireika okkum til Danmarkartúrin at taka ímóti Ova á Longulinju. Maður mín, Vilhjálmur, sum var sjúkur, kundi ikki koma við til Danmarkar. Men annars fór vit øll avstað saman við fleiri øðrum í familjuni.
Vina sigur, at tað var ein stór løta hjá henni og børnunum,
tá ið Ove nærkaðist Longulinju ? helst ein tann størsta løtan í lívinum.
- Men har var ein so stór mannfjøld og tók ímóti, at vit sluppu næstan ikki framat. Tað var ikki meira enn, at eg slapp at heilsa uppá sonin, sigur hon.
Hon sigur, at Ove var ógvuliga glaður, tá ið hann legði at landi undir kendu havfrúnni, steig í land og kysti hana, sum hann hevði sagt, at hann vildi gera.
- Ove var upptikin alla tíðina hesa stóru løtu, og tað var ógvuliga torført at sleppa framat honum. Tað var ikki, fyrr enn á einum hotelli, at vit veruliga sluppu heilsa uppá hann, sigur Vina.

Doyði í logn

Eftir at Ove Joensen hevði fullført sína ætlan, var næstan ongantíð friður um hansara persón. Hann ferðaðist fyrst í Danmark og síðan í Føroyum. Øll vildu hitta Ova og síggja snotuliga bátin, Dianu Victoriu.
- Saman við gleðini um, at Ove hevði nátt tí máli, hann hevði sett sær, var eisini óttin um, hvat hetta nú kundi føra til, sigur Vina.
Ove druknaði á Skálafjørðinum, 26. november 1987 ? á sjálvum føðingardegnum hjá yngsta beiggjanum, Villy, sum druknaði í Havn trý ár frammanundan.
- Ove ringdi hetta kvøldið og segði, at hann ætlaði sær út til Nólsoyar við Dianu Victoriu. Bað beiggja sín koma inn ímóti sær við báti. Beiggin var ikki inni, men fór avstað so skjótt, tað bar honum til.Vina sigur,at tá ið teir komu inn á Skálafjørðin, funnu teir ongan bát. Teir løgdu at landi á Strondum fyri at spyrja eftir Ova, men eingin visti um hann at siga.
- Hetta kvøldið, hann fór umborð á Dianu Victoriu, var frost og hált. Vit rokna tí við, at hann er gliðin í bátinum, og í fallinum hevur hann sligið andlitið í og er vorðin vitleysur. Tað sást á andlitinum á Ova, tá ið hann seinni var funnin, at hann hevði sligið seg í. Ove var annars ein góður svimjari, sigur hon.
Vina sigur, at tað var undarligt og ógvuliga tungt at missa Ova eitt góðveðurskvøld á Skálafjørðinum, tá ið hann annars hevði lagt so nógv fyri í sínari tíð á havinum.
- Í dag fegnist eg um, at ein minnissteinur er reistur í bygdini yvir Ova, og vit fegnast øll um, at stevnan, sum nú hevur 10 ár á baki, hevur eydnast so væl.
Olevina Joensen sigur, at tað hevði glett hana nógv, nú hon er vorðin 82 ára gomul, um svimjihylurin, sum bygdur verður til børnini í Nólsoy, hevði staðið liðugur um ikki alt ov mong ár.