Ovasti politiski leiðarin í Hamas dripin í Iran

Ismail Haniyeh er sambært Hamas dripin í einum ísraelskum álopi

Stutt áðrenn hann var dripin hitti Ismail Haniyeh nývalda iranska forsetan, Masoud Pezeshkian

Hamas boðar frá, at politiski leiðarin í felagsskapinum, Ismail Haniyeh, er dripin í Tehran. Sambært felagsskapinum, so varð Haniyeh dripin í einum ísraelskum álopi á bústað hansara í iranska høvuðsstaðnum. Tað skriva altjóða miðlar í morgun.

 

Ísrael hevur ikki viðmerkt tíðindini enn.

 

Ismail Haniyeh er leiðari í politisku nevndini hjá Hamas, sum tekur yvirskipaðu avgerðirnar í felagsskapinum.

 

Moussa Abu Marzouk, ein annar høgstandandi limur í Hamas, hevur kallað atsóknina eina "feika atgerð, ið ikki fer at standa ósvarað” sambært Hamas-riknu Al-Aqsa sjónvarpsstøðini.

 

Ein ráðharri í stjórnini hjá Netanyahu, Amichay Eliyahu, ið hoyrir til víðgongda høgravongin, skrivar sambært BBC, at nú Haniyeh er deyður, so er "heimurin er eitt betri stað." Hann skrivar eisini, at "hetta er rætti mátin at reinsa heimin fyri slíkan skitt."

 

Stutt áðrenn hann var dripin hitti Ismail Haniyeh nývalda iranska forsetan, Masoud Pezeshkian