Unn Sørinardóttir og Guðrun Sundar Hansen sita báðar í nevndini, sum nevnist Stuðulsnevndin fyri Svimjihyl í Nólsoy, og tær báðar hava lagt lív og sál í fyriskipanina av Ovastevnuni 2011.
Tær hava eisini fingið sjálvan borgarstjóran at hjálpa til, og umframt at Heðin Mortensen setti stevnuna, handaði hann eisini steyp til svimjararnar.
Og sjálvandi stillaði hann eisini til myndatøku saman við teimum báðum nevndarlimunum.










