Ovastevnan skolar burtur

Í oysandi grumheit regnaði setanin av ovastevnuni burtur. Men Anfinn Brekkstein fekk tó sett stevnuna í tjaldinum á keiini. Hann hevur sínar røtur í Nólsoy gjøgnum konuna, og sjálvt um egnið hevði hug at vinna á fyrireikarunum, so var tað en góð setan, sum fór fram í tjaldinum á keiini.

Øll, sum hættaðu sær út í dag, stúvaðu seg saman í tjaldinum, og eit sndur seinkað varð so ovasevnan 2009 sett.

Anfinn Brekkstein, sum við seinasta býráðsval varð valdur inn fyrstu ferð, helt setanarrøðuna, meðan nólsoyingar hugagóðir lurtaðu.

Sjálvt um tað ikki kom fram í røðuni, so teknar alt til, at regnið heldur uppat út á seinnapartin ella kvøldið, so tað verður ein góður dagur hjá teimum, sum ætla sær út til Nólsoyar seinni í kvøld.