Ovastevnan sett í besta veðri

Klokkan 14 í dag varð Ovastevnan sett undir Mikklajsveggi.

Veðrið var av tí allarbesta, tá Heðin Mortensenm, borgarstjóri, setti stevnuna framman fyri stórari mannfjøld.

Sólin skein oman og niðan, og fólk lýddu hugtikin at, meðan Heðin Mortensen á besta hátt skjeyt Ovastevnuna 2011 í gongd.

Havnar Hornorkestur setti eisini sín dám á setanina, og teir vóru eisini við til at gera hátíðarløtuna hábærsliga, tá formaðurin í Mentanarnevndini hjá býráðnum, Jógvan Arge, lat framsýningina av bragdinum hjá Ova Joensen upp í kjallaranum í Petersens Pakkhúsi.

Eyka dám setti tað eisini á stevnuna hesaferð, at dóttir Ova Joensen, Christina Sylvia Joensen – vanliga nevnd Christina, men Ove nevndi hana altíð Sylvia – var til staðar, og undir røðuni hjá Jógvan Arge stóðu Olevina – mamma Ova, vanliga nevnd Vina – og Sylvia hond í hond.

Eftir røðuna stillaði Jógvan Arge eisini upp til myndatøku saman við teimum báðum.

Nú klokkan 15 letur alt upp á Ovastevnu, og Portalurin fer at fylgja við framhaldandi.