Ovastevnunevndin gjørdi á eftirmetingarfundi í kvøld greitt, at hon ikki skipar fyri ovastevnu næsta ár.
Hvør orsøkin so var til at halda eftirmetingarfund, kann bara gitast um. Men nevndin gjørdi púra greitt, at hon ikki skipar fyri ovastevnu komandi ár.
Tað var annars ikki so, at nevndin tók í egnan barm, men skyldaði upp á útreiðslur, sum nevndin einki kundi gera við.
Stóra irriterilsið var uttan iva hetta vælsignaða hegnið, sum hegnaði stevnuøkið inni, og sum tú skuldi gjalda 200 krónur fyri at sleppa innum. Men tað var ein satsning, sum nevndin hevði tikið við beráddum huga.
Ovastevnunevndin hevur ætlanir um at finna nýggjar hættir at útvega pengar inn til svimjihylin, og ætlar annars at velja nýggja nevnd einaferð í januar mánaði.










