Ovastevna verður um vikuskiftið

Kabarettin - Tann nakni sannleikin - hevur sambært skránni sína fyrstu almennu framførslu fríggjakvøldið klokkan 20.

Ovastevna verður í Nólsoy í døgunum, 12.-15. august, sum er komandi vikuskiftið.

 

Skráin fyri stevnuna byrjar fríggjadagin og heldur fram til og við mánadagin, 15. august, tá kabarettin - Tann nakni sannleikin - verður sýnd í Royndarhúsinum klokkan 20.

 

Fríggjadagin klokkan 13 letur Maggies upp, og her verður opið til klokkan 04. Heimavirkið letur upp klokkan 14 og verður opið til klokkan 17.

 

Pylsuvognurin verður eisini opin fríggjakvøldið, og tjaldið á bryggjuni verður opið heilt til klokkan 04. Í tjaldinum fer eisini Kunningarstovan at selja fiskasuppu.

 

Kabarettin hevur sambært skránni sína fyrstu almennu sýning fríggjakvøldið klokkan 20, og sum altíð er stórt forvitni er um, hvørjir tættirnir í kabarettini verða hesaferð.

 

Klokkan 21 verður aftankvirra í Nólsoyar kirkju, og klokkan 21.30 verður sálmasangur og andakt við Onnu Dahl Hansen.

 

Skráin fyri fríggjakvøldið endar við dansi í tjaldinum, har Feedback fara at spæla.

 

In.fo fer at venda aftur til skránna fyri ovastevnu í øðrum tíðindagreinum í dag.