Føroyskir myndugleikar taka nú óvanlig stig í royndunum at basa harðskapi í familjum
Í hesum sambandi er eitt samstarv skipað ímillum løgregluna, Kvinnuhúsið og Landsstýrið, har serliga løgreglan fær ein avgerðandi leiklut.
Tað er ikki so sjáldan, at løgreglan verður boðsend, tí at ófriður tekur seg upp ímillum makar.
Húsaófriður plagar løgreglan at kalla tað og tað er ikki so lítið av tíð, løgreglan brúkar upp á mekla og at fylgja málum upp, har makar eru komnir til ilnar og har annar parturin hevur tikið til harðskap.
Men Elin Winther Poulsen, sum samskipat átakið, Sig Frá, hjá Almannamálaráðnum, sigur, at nú hava tey prentað ein faldara, sum er latin løgreglan.
So tá ið løgreglan verður boðsend í sambandi við húsaófrið, skal løgreglan ikki bara hava hondjørnini við.
- Meiningin er, at løgreglan skal hava faldaran við og í faldaranum er ein leiðbeining í, hvussu tey, sum fremja harðskap kunnu leita sær hjálp.
Nýliga hava myndugleikarnir nevniliga skipa eitt viðgerðartilboð til tey, sum fremja harðskap í einum parlagi. Talan er um viðgerð hjá sálarfrøðingi.
Sum oftast er tað maðurin, sum er harðligur, og samstundis sum at maðurin fær eitt viðgerðartilboð, verður kvinnan upplýst um ta hjálp, sum kann fáast úr Kvinnuhúsinum.
Elin Winther Poulsen sigur, at løgreglan brúkar sera nógva tíð upp á mál um harðskap í parløgum.
- Eg eri púra ovfarin av, hvussu væl løgreglan handfara hesi málini og, hvussu nógv tey gera burtur úr at tosa við makarnar, sum eru komnir til ilnar. Í roynd og veru geva løgreglan hesum fólkunum eitt slag av sálarfrøðiligari hjálp.
- Men nú fáa tey so ein faldara við sær, sum vísir teimum, sum fremja harðskap, hvussu tey kunnu fáa hjálp til at loysa ósemjur, uttan at fremja harðskap, sigur Elin Winther Poulsen.
Hon vísir á, at í faldaranum er eitt telefonnummar, har tað er ein sálarfrøðingur sum svarar og er til reiðar at veita hjálp.